Egyptiskur ráðharri 12 ára fongsul

Ein av teimum ringast umtóktu ráðharrunum í gomlu stjórnini í Egyptalandi varð í dag dømdur 12 ára fongsul. Habib al-Adli, sum var innanríkisráðharri hjá Hosni Mubarak, varð dømdur fyri svik og fyri at hava hvítvaskað pengar.

Dómurin í dag verður neyvan tann seinasti, sum Habib al-Adli fær. Hann er eisini ákærdur fyri at hava givið løgregluni loyvi til at skjóta eftir fólki fyrr í ár, tá mótmælisfólk kravdu forsetan og stjórnina frá. Verður hann funnin sekur í hesari ákæruni, kann hann fáa deyðarevsing.

Rættarmálini ímóti Habib al-Adli og øðrum fyrrverandi leiðarum í Mubarak-stýrinum verða roknað sum ein avgerandi roynd hjá herleiðsluni, sum stýrir Egyptalandi, til ein nývald stjórn tekur við.