Egyptiskur miðvallari til Arsenal

Júst sum in.fo vísti á undan nýggjárinum, so er egyptiski Mohamed Elneny skiftur til Arsenal.

Mynd: Arsenal.com

Seinastu vikurnar hava nógvar søgur gingið um, at egyptiski landsliðsleikarin, Mohamed Elneny, ið er sentralur miðvallari, fór at skifta til Arsenal. Seinastu dagarnar hava bretskir miðlar skrivað, at leikarin bert manglaði arbeiðsloyvi, áðrenn skiftið varð kunngjørt. Hetta arbeiðsloyvið hevur leikarin ivaleyst fingið nú, tí at í dag hevur heimasíðan hjá Arsenal váttað, at Mohamed Elneny fer at spæla við Arsenal.

 

Les eisini: Her er møguligi nýggi miðvallarin hjá Arsenal

 

Sambært bretska Sky Sports er sáttmálin hjá Elneny fýra ár til longdar. Arsenal hevur keypt leikaran frá sveisiska Basel. Basel spældi við í bólkaspælinum í Champions League í hesum kappingarárinum, og tískil hevur Elneny ikki loyvi at spæla við í Champions League-dystunum hjá Arsenal ímóti Barcelona, sum eru fyri framman.

 

 

Arsenal hevur, sum vanligt, nógvar skaðar, og tí er als ikki óhugsandi, at Elneny verður við longu sunnudagin, tá ið Arsenal hevur truplan útidyst á skránni ímóti Stoke.

Mynd: Arsenal.com

Mynd: Arsenal.com

Mynd: Arsenal.com

Mynd: Arsenal.com

Mynd: Arsenal.com