Ókendir menn hava oyðilagt eina rørleiðing, sum liggur ígjøgnum norðara part av Egyptalandi, og sum Ísrael og Jordan fáa gass ígjøgnum. Egyptiska sjónvarpið sigur, at ein hørð spreinging hevur oyðilagt gassleiðingina. Sjónvarpið sigur eisini, at fleiri spreingingar hava verið seinni, og at eldur er í.
-Brotsmenn hava gjørt sær dælt av teirri spentu støðuni í landinum og hava sprongt gassleiðingina í luftina, sigur egyptiska sjónvarpið.
Egyptaland útflytir gass til fleiri lond. Eitt nú fær Ísrael 40 prosent av sínari gassnýtslu úr Egyptalandi, og so seint sum í desember skrivaðu ísraelsmenn undir avtalu um at keypa gass úr Egyptalandi fyri 10 milliardir krónur.