Okkurt bendir á, at tann nýggja leiðslan í Egyptalandi er ikki so lagalig mótvegis Ísrael, sum stýrið hjá Hosni Mubarak var. Í hvussu er ávarar egyptiski uttanríkisráðharrin, Nabil al-Arabi, Ísrael ímóti at søkja at málum í Gaza-geiranum fyri at hevna bumbuspreingingina í Jerusalem í gjár. Bumban kravdi eitt mannalív, og 25 fólk vórðu særd.
Egyptiski uttanríkisráðharrin sigur, at stjórnin í Kairo fordømir yvirgang ímóti sivilfólki, men hann ávarar samstundis um, at ísraelsk álop á Gaza-geiran fara at økja spenningin í økinum.
Egyptaland og Ísrael hava havt friðarsáttmála í mong ár, men viðurskiftini millum londini eru broytt eftir valdsskiftið í Egyptalandi.