Egyptar seta sítt álit á ElBaradei

Í fjør fekk Mohamed ElBaradei eina stórfingna móttøku, tá hann kom til Egyptalands eftir at hava røkt leiðarastarvið í altjóða kjarnorkustovninum IAEA í tólv ár. Nú vónar andstøðan, at tann 68 ára gamli løgfrøðingurin verður næsti forseti Egyptalands.

ElBaradei hevur ikki dult fyri, hvat hann heldur um ta politisku leiðsluna í heimlandinum, og hann hevur fleiri ferðir gjørt seg til talsmann fyri meiri demokratii. Hann ætlar sær eisini at gera síni sjónarmið galdandi nú.

-Eg ætli mær aftur út á gøturnar í Kairo, tí eg havi einki í at velja. Eg fari hagar saman við teirri stóru mannfjøldini, og so er bara at vóna, at einki óhapp hendir, sigur Mohamed ElBaradei við amerikonsku heimasíðuna The Daily Beast. Hann leggur afturat, at nógvir egyptar vilja ikki góðtaka stjórnina hjá Hosni Mubarak, forseta longur.

Mohamed ElBaradei er føddur í Kairo í 1942. Hann arbeiddi sum løgfrøðingur í egyptiska uttanríkisráðnum, til hann fór at arbeiða hjá ST í 1980. Fyri arbeiði sítt sum leiðari í altjóða kjarnorkustovninum IAEA fekk hann Nobel-friðarheiðurslønina í 2005.