Stjórin í Altójóða Gjaldoyragrunninum, Christine Lagarde, sigur, at grunnurin er til reiðar at veita Egyptalandi fíggjarligan stuðul. Men tað verður ikki treytaleyst.
Hon hevur tosað við nývalda egyptiska forsetan, Mohamad Mursi, í telefon, um búskaparstøðuna í landinum, og hvussu IMF kann koma landinum til hjálpar.
IMF og Egyptaland hava tingast í fleiri mánaðir um, at grunnurin skal læna egyptiska ríkiskassanum 3,2 milliardir dollarar til at endurreisa vinnulívið, men grunnurin hevur aftrað seg við at lata lánið orsakað av teimum ótryggu politisku viðurskiftunum.
Christine Lagarde sigur, at grunnurin fer ikki at læna Egyptalandi pengar, fyrr enn ávísar nýskipanir í eru framdar í umsitingini.










