Egyptar illir um tekningar

Egyptiska stjórnin vil hava danska sendiharran á fund um tekningarnar, sum eisini hava fingið ítróttarligar avleiðingar Egyptiska stjórnin hevur biðið danska sendiharran í Kairo koma á fund við seg, eftir at donsk bløð hava endurprentað tekningarnar av Muhammed profeti.

Tað skrivar tíðindastovan Reuters, sum eisini veit at siga, at egyptar eru serliga illir um, at donsk bløð endurprentaðu tekningina av Muhammed við einari bumbu á høvdinum.

Avgerðin hjá donsku bløðunum at endurprenta tær umstríddu tekningarnar hevur eisini fingið ítróttarligar avleiðingar. Ætlanin var, at Egyptaland og Danmark skuldu spæla ein venjingardyst fyri U18-landslið í fótbólti, men Egyptaand hevur nú avlýst dystin.