Um ófriðurin í Egyptalandi breiðir seg, er vandi fyri, at olju- og bensinprísirnir hækka meira enn Seinastu vikurnar eru prísirnir á olju og diesel fleiri ferðir kvinkaðir uppeftur. Í dag fór bensinprísurin upp á 9,78 krónur, og dieselprísurin 8,46.
Niels Juel Nattestad, stjóri í Effo ivast ikki í, at tað er ófriðurin í Egyptalandi, sum er orsøkin til ófriðin, hóast Egyptaland ikki er oljuaframleiðandi land.
Á heimsmarknaðinum er prísurin á olju farin væl upp um 140 dollarar fyri tunnuna. Niels Juel Nattastad væntar kki, at prísurin fær longur upp nú, men tað er ikki til at vita, tí ófriðurin kann breiða seg til onnur arabisk lond, sum framleiða olju.
Havast skal eisini í huga, at framleiðandi londini nú ikki famleiða alt, teir orka.
Niels Juel Nattastad gitir, at prísurin fer eitt sindur niður um 100 dollarar fyri tunnuna og fer at ligja har næsta hálva árið.










