Egyptaland roynir semju

Egyptiski forsetin, Mohamed Mursi, sigur í kvøld, at tann egyptiska stjórnin hevur samband við bæði palestinar og ísraelsmenn, og at tekin eru til, at partarnir fara at semjast um eina vápnahvíld skjótt. Hann leggur tó afturat, at tað er eingin trygd fyri, at tað verður so.

-Tað eru ávís tekin til, at at vit fara at fáa eina vápnahvíld skjótt, sigur Mursi (myndin) og leggur afturat, at stjórn hansara er í sera umfatandi samráðingum við ísraelsmenn og palestinar.

Ráðharrar úr Arabisku Samgonguni hava boðað frá, at teir styðja tær egyptisku royndirnar at fáa eina vápnahvíld. Ráðharrarnir hava eisini sent eina umboðsnevnd til Gaza.

Ísraelska flogvápnið hevur bumbað mál í Gazageiranum fleiri ferðir í dag, og 15 palestinar doyðu. Ísraelsku myndugleikarnir siga, at palestinar skutu eina rakett ímóti Tel Aviv, men at hon gjørdi ongan skaða.