Egyptaland og Ghana í finaluni

Asamoah Gyan gjørdist stóra hetjan, tá Ghana í gjár spældi seg í finaluni um afrikanska meistaraheitið í fótbólti, sum verður spæld sunnudagin ímóti Egyptalandi.
Ghana spældi ímóti Nigeria og vann 1-0 við máli, sum Gyan skoraði miðskeiðis í fyrra hálvleiki. – Hetta er heilt ótrúligt, tí vit hava eitt ungt lið, sum fá væntaðu at síggja í finaluni, segði hann eftir dystin.
Hetta er fyrstu ferð síðani 1992, at Ghana hevur spælt seg í eina finalu, og tað megnaði liðið, hóast Nigeria í hálvfinaluni í gjár hevði bóltin meira, men bara ikki fann leiðina til málið.
Ghana, sum ikki hevur vunnið kappingina síðani 1982, skal í finaluni spæla ímóti Egyptalandi, sum náðileyst knústi Algeria við einum 4-0 sigri.
Mohamed Zidan, Mohamed Abdelshafi, Mohamed Gedo Nagy og Hosni Abd Rabou við brotssparki skutu málini fyri Egyptaland, sum hevur vunnið tvær tær síðstu kappingarnar um afrikanska meistaraheitið.