Egyptaland fær nýskipanarnevnd

Í Egyptalandi hava Omar Suleiman, varaforseti, og umboð fyri andstøðuna avtalað at seta eina politiska nýskipanarnevnd, sum skal viðgera ymsar lógarbroytingar og broytingar í sjálvari grundlógini.

Talsmaðurin hjá stjórnini í Kairo sigur við fjølmiðlarnar, at politikarar og umboð fyri dómsvaldið skulu manna nýskipanarnevndina. Hann leggur afturat, at partarnir eru samdir um at mæla til eitt friðarligt valdsskifti innan fyri grundlógarinnar karmar.

Almenna sjónvarpið sigur, at varaforsetin og andstøðan hava eisini avtalað, at undantaksstøðan, sum hevur verið í gildi síðani 1981, skal setast úr gildi, um trygdarviðurskiftini í landinum loyva tí. Samstundis skulu ymsar avmarkingar hjá fjølmiðlunum endurskoðast.

Muslimska Brøðralagið hevur verið við í samráðingunum við Omar Suleiman, og hetta er fyrstu ferð, at stýrið hevur viljað tosað við flokkin, síðani stýrið hjá Mubarak setti honum forboð fyri at virka.