Amr Zaki hjá Egyptalandi, gjørdi tvey av málunum í 4-1 sigrinum, men tó var tað málverjin hjá Egyptalandi, ið stóð kanska best av øllum. Hann hevði nakrar sera týdningarmiklar bjargingar í avgerandi løtum av dystinum, og tessvegna var hann ein av høvuðsorsøkunum til at Drogba og landsmenn hansara úr Fílabeinsstrondini, nú er útslignir.
Egyptar løgdu seg longu á odda eftir 12 minuttum, og var tað høgri bakkurin, Ahmed Fathi, ið heppin fekk eitt skot í málið, ið nart við onkran á vegnum, og ørkimlaði málmannin, Barry Copa.
10 minuttir fyri steðgin meiddi hann seg, og varð hann tí útskiftur, og avloysarin skuldi vísa seg, ikki at megna tað sama. Stephan Loboue var í nøkrum støðum sera trilvandi og ósikkur. Loboue spælur dagliga í Greuther Fürth í næstbestu týsku deildini.
Í hinum endanum bjargaði Al Hadari í tveimum støðum, tá Drogba var leysur, og eisini kom hann fleiri ferðir væl út úr málinum.
Hálvleiksstøðan var tískil bert 1-0, og tá Fílabeinsstrondin eisini byrjaði at sløsa í verjupartinum, kundi Amr Zaki, avloysarin hjá Mohammed Zidan, skora til 2-0. Bert ein minutt seinni minkaði Abdulkader Keita, men gleðin var stokkut, tí tveir minuttir seinni var aftur sløsut verjuspæl hjá Fílabeinsstrondini orsøkin til at Amr Zaki aftur stóð leysur, og so var 3-1.
Móti endanum kom Mohamed Zidan inn, og eitt tað fyrsta hann gjørdi, var at leggja upp til 4-1 málið hjá Mohamed Abo Terika.
Egyptaland møta Kameroon í finaluni sunnudagin









