Egon Joensen hevur avloyst Maritu Rasmussen sum umboð fyri Føroya Ráfiskakeyparafelag í Fiskivinnuráðnum. Tað skrivar Vinnuhúsi á netinum. Landsstýrismaðurin leggur týðandi fiskivinnumál og øll uppskot til lógir og kunngerðir, sum hava við fiskivinnuna at gera, fyri fiskivinnuráðið til ummælis. Harumframt kann Fiskivinnuráðið eisini av sínum eintingum taka fiskivinnumál upp til viðgerðar og lata landsstýrismanninum sítt ummæli. Hinir limirnir í Fiskivinnuráðnum eru Jóhannus Martin Olsen, Viberg Sørensen, Eyðstein Djurhuus, Jan Højgaard, Auðunn Konráðsson, Hans Joensen og Eyðbjørn Larsen, sum er formaður. Skrivari hjá ráðnum er Jens Helgi Toftum.