Hetta miðaldarmyrkrið leitaðu kortini ikki færri enn tveir flokkar á tingi inn í, tá teir av lívsins kreftum vildu forða fyri, at allir føroyingar, øll tjóðin, skuldi kunnast um viðurskiftini í teirra egna ríkisfelagsskapi.
Undir orðaskiftinum um fullveldisuppskotið hjá samgonguni roynddu vit fleiri ferðir at vísa javnaðarflokkinum á, at Uttanlandsnevndin fór at fylgja við í tí, sum fór at fara fram.
Eisini vístu vit á, at málið kom aftur á tingborð til aðalorðaskiftis, og at allir tingmenn og alt Føroya fólk fór at fáa eitt sera neyvt innlit í tey politisku, umsitingarligu og búskaparligu viðurskiftini millum Føroyar og Danmark.
Teir báðir sambandsflokkarnir kastaðu kortini saman, og vístu hvar teir stóðu.
Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin funnu saman eins og teir gjørdu tað fyri hálvari øld síðani í einari felags stevnu, sum einki annað endamál hevði enn at varðveita "tingenes tilstand.".
Báðir flokkarnir - eins og vit aðrir - hava nýliga verið úti í ikki færri enn tvinni valstríðum í einum ári, hvar spurningurin um frælsi og ófrælsi var tann fremsti av øllum.
Annar teirra, sambandsflokkurin hevði eina greiða meining um hesi viðurskifti, og tað er alla æru vert. Hinum flokkinum, javnaðarflokkinum, fanst ongantíð nakar botnur undir, - men nú er hann so har.
Javnaðarflokkurin kastaði saman við sambandsflokkinum, og sæst nú hvørva millum sandmaðkarnar í teirri politisku oyðimørkini, sum sambandið hevur valt at dusa sær í.
Hesir tykjast halda, at heimurin stendur í stað, og treða nú einsamallir "egoismens kolde vej" - sum Pól Nyrup Rasmussen so staðiliga ávaraði føroyingar ímóti at gera.
Fyri at fáa eina semju í hesum avbera stóra máli flutti tjóðveldisflokkurin seg ikki so lítið, eins og aðrir, ið taka undir við málinum, gjørdu tað.