EGO-trip í Rex

Leygarkvøldið ber aftur til at njóta ungu og evnaríku tónleikararnar í bólkinum EGO Rex var eisini karmur tá EGO fyrr í vár, hevði sína fyrstu framførslu.

 

EGO er samansett av fleiri stórum talentum. Sjálvt um teir ikki eru meira enn um 20 ára aldur, so er talan um sera royndar tónleikarar.

 

Størstu avbjóðingarnar hava teir nokk havt í sangleikinum Hár ella sum tónleikarar hjá Brandur Enni og Jens Marna Hansen.

 

Fremstur á pallinum stendur Bjarki Hansen, sum við síni framúr góðu rødd bergtók øll í krevjandi leikluti í sangleikinum Hár, har hann legði rødd til Mikkjal. Bassleikari er Ísak Petersen, sum eisini hevði eina sera hepna hond í Hár og aftanfyri tangentarnar situr sjálvur orkesturleiðarin frá Hár, Bjarni Lisberg, sum eisini hevur gjørt vart við seg sum keyboardspælari í Faktor4, sum við Jens Marna á odda hevur fylt Rex seinastu tveir vetrarnar. Við trummurnar situr Leivur Samuelsen, sum í fleiri ár hevur verið fastur trummusláari hjá Brandi Enni og gittarleikari er Sveinur Dam, sum somuleiðis kann prýða sítt CV við framførslum saman við Brandi.

 

Hóast unga aldurin hjá hesum evnaríku garpum, so er málbólkurin breiður og tónleikurin rakar eins væl tey vaksnu, sum tey ungu, siga EGO, sum leika í Rex leygarkvøldið.