Tað hendi kortini henda dagin í farna mánaði, tá Sosialurin var á vitjan í bygdini.
Sum ein part av dagsskránni vitjaðu tíðindafólkini á havnalagnum saman við borgarstjóranum, Malenu Thomsen. Júst á hesum staði var hon neyvan gerandisgestur.
Tey fingu eitt gott prát, har teir komu fram við onkrum av ynskjum sínum, m.a. um at fáa ljós uttanfyri.
Malena lovaði at kanna málið. So hvør veit, - kanska fáa teir hetta ynskið framt.
Livst, so spyrst!









