Eginpeningurin skal verða 20 prosent

Skal Eksportfinans verða við í skipafígging, so skulu minst 20% verða eginpeningur

Umboðini fyri Eksportfinans, sum eru í Føroyum í løtuni siga, at tey fara at hyggja við vælvild eftir teimum umsóknum, sum koma úr Føroyum.

? Vit hava fingið nógvar fyrispuringingar um fígging av føroyskum verkætlanum, sum skulu gerast í Noregi, tí valdu vit at koma til Føroya.

? Men tað er ein treyt, at skal Ekportfinans verða við í fíggingini, so skulu minst 20 prosent verða eginpeningur, tá vit tosa um skipabygging. Restina eru vit til reiðar at fíggja, saman við einum føroyskum fíggingarstovni, siga Ove A. Erichsen og Dagny E. Astrup frá Eksportfinans.

Tey nevna sum dømi, at eru 20 prosent eginpeningur, so kunnu antin Føroya Banki ella Realkreditturin fíggjað við 1. veðrætti, meðan Eksportfinans »tekur« restina.

? Á henda hátt koma eisini føroyskir fíggingarstovnar við í verkætlaninar, siga tey.

Tá talan er um annað enn skipabyggingar, tá er kravið til eginfígging ikki 20 prosent meir, men 15 prosent.