SP/F Baglhólmur hevur stovnað tvey nýggj dótturfeløg, sum eru SP/F Lopranshólmur og SP/F Tórun K. Frammandunan hevur SP/F Baglhólmur tvey dóttirfeløg, P/F Sancy Trawl og P/F Ocean Group Faroes. Stjóri í feløgunum er Aleksander N. Vilhelm í Vági.
Støðan hjá SP/F Baglhólmur og dóttirfeløgunum er annars ikki góð. Hóast tey bæði nýggju dóttirfeløgini SP/F Lopranshólmur og SP/F Tórun K hava 80.000 krónur í partapeningi, so hava hini gomlu feløgini tilsamans eina eginogn á minus 33 milliónir krónur, eina lániskuld upp á tilsamans 177 milliónir krónur, har tað hvørki verður goldið rentur ella avdrag, og harumframt eina skuld til vanligar ognarar upp á 35 milliónir krónur.
Meiri er at lesa um reiðaríið í Vági í Vinnuni, sum er til keyps í sølubúðunum.