Egin klæðir skaptu lívligt kjak

Katrin Sølvará legði herfyri myndir upp á Facebook síðuna Facebook-Bindiklubbur, har hon vísti fram nýggju og alternativu "føroysku klæðini", ið hon hevði seymað.

Uppslagið gjørdi um seg í bólkinum, og í skrivandi løtu eru fleiri enn 250 viðmerkingar til uppslagið. Nakrar vóru ófantaligar, men yvirhøvur varð talan um konstruktivt kjak.

- Har eru nakrar viðmerkingar, sum vórðu slettaðar, men nú eru eini 250 eftir, og tað er fyri tað mesta meiningar og konstruktivur kritikkur, sigur Katrin Sølvará. 

 Kjakið um føroysk klæðir tekur seg upp um sama mundið hvørt ár, og meiningarnar eru sum vera man býttar millum tey, ið halda, at føroysku klæðini skulu fáa frið og vera verðandi, sum tey eru, og so hini, ið halda, at tað er frískligt og spennandi at royna seg við nýggjum stoffi, nýggjum sniðum og nýggjum litsamansetingum. Katrin fegnast tó um kjakið, ið stóðst burtur úr klæðunum.

 - Tað var spennandi at síggja, hvussu ymiskar meiningarnar vóru. Har vóru onkrar, ið gjørdu vart við, at tað kundi ikki kallast fyri føroysk klæðir. Tað er so eisini ein heilt okey meining. Tað er jú ikki beinleiðis føroysk klæðir, men er inspirerað av føroyskum klæðum. Men so kom jú eitt mótspæl eisini. Bristið er bundið, og tað er í grundini meira gammeldags og kanska "rættari" enn eitt velour-brist, ella hvat tað skal vera, sigur Katrin.

- Tað var faktiskt rættiliga spennandi at lesa.

 Katrin sigur, at orsøkin til klæðini er millum annað sjarman, sum er í at gera tílíkt til sín sjálvs, sum eingin annar hevur.

- Onkursvegna helt eg, at tað var ógvisligt at leggja meg út í at gera ordiligt sett. Bæði tí tilfarið er dýrt, og so eigi eisini frammanundan nøkur av tingunum. Eg eigi eitt skjúrt og eina gamla troyggju onkrastaðni, sigur Katrin, ið annars ætlar sær undir at gera eitt meira siðbundið sett av føroyskum klæðum til næsta ár.

Haraftrat er tað onkuntíð hent at hava okkurt, sum ikki er eins fínt og vanligu føroysku klæðini, heldur Katrin.

- Til dømis var eg á einum skúlaskeiði í Onglandi á einum skúlaskeiði. Eftir skeiðið var veitsla, og í mínum eygum hevði verið logiskt at farið í føroysk klæðir. Men tá onkur av hinum gentunum er farin í H&M kjóla, so virkar tað øgiliga ógvisligt at koma í fyriklæði, turriklæði og fótsíðum skjúrti.

 Sum sagt er kjakið um føroysk klæðir - um hvørt tað skal vera pláss fyri eksperimentering ella ei - frammi so at siga hvørt ár. Summi kunnu hava rættiliga ógvisligar meiningar, men tað ræðir ikki Katrina, tí hon verður at síggja í sínum egnu klæðum á ólavsøku.

- Tað er ætlanin, ja. Fólk mugu sjálvi um, um tey øsa seg. Eg haldi, at vit skulu eisini vera eitt sindur opin. Summar gentur fara í troyggju og kovboybuskur, summar fara í skjúrt og eina svarta blusu. Eg haldi sjálv, at tað er meira sjarmerandi, enn at fólk koma í gerandisklæðum. Men tað er jú smag og behag, sigur Katrin og leggur aftrat, at nú hevði tað verið synd ikki at farið í nýggju klæðini aftaná allar konstruktivu viðmerkingarnar, ið hon hevur fingið.