Hetta er fyrstu ferð Egin tekur sæti á tingi. Egin stillaði upp fyrstu ferð fyri Miðflokkin til valið í 2002, og til valið 2004 fekk hann næstflestar atkvøður á listanum. Egin situr í hesum umfari á tingi til 19. november.
Egin er útbúgvin skipsførari og programmørur og starvaðist hjá Elektron í 25 ár. Hann er 51 ára gamal, giftur við Maritu Arge og saman hava tey 4 børn, tveir synir og tvær døtur.