Egill Steintórsson venja kollfirðingar

-

Egill Steintórsson skal næsta kappingarár venja KÍF.

Hann skal hava ábyrgdina av besta hondbóltsliðnum í felagnum umframt unglingarnar.

KÍF og Egill hava gjørt sáttmála.

Egill er í løtuni fótbóltsvenjari hjá TB. Hann er kendur sum fótbóltsspælari, men hann hevur eisini verið nógv við í hondbólti.

Egill er ættaður úr Íslandi, men hevur búð í Føroyum nógvu seinastu árini.