Fótbóltur
Hetta avdúkaði Egil á Bø í sendingini Stjørnukast hjá Kringvarpinum.
Saman við liðfeløgunum varð hann tilnevndur til Ársins Ítróttarnavn, og í samrøðu við vertirnar segði hann, at hann eisini spælir við EB/Streymi í 2009.
Sostatt skal hann vera við at endurvinna bæði lands- og steypakapping, umframt at hann eisini hevur ein landsliðssess at varðveita.
Tað hevur annars verið eitt ivamál, um Egil á Bø fór at taka enn eitt ár. Men nú hevur liðformaðurin altso kveistra allan iva burtur.