Teir í Sundalagnum fyrireika seg í løtuni í Klaksvík til dystin ímóti KÍ, har fyrsta bríkslið verður klokkan 15.00.
Síðstu ferðirnar hevur Pætur Dam Jacobsen verið í miðverjuni saman við Marna Djurhuus, men soleiðis verður tað ikki í dag, tí Pætur er leikbannaður. Mest upplagdi møguleikin hevði síðani verið at seta Gert Hansen í miðverjuna, men Gert hevur seinastu vikurnar verið darvaður av skaða, og tað hevur verið ivasamt, um hann yvirhøvur var førur fyri at spæla í dag.
Síðani steypafinaluna hevur Egil á Bø ikki spælt. Men í vikuni hevur hann vant við Margáir, og hann er við í fyrireikingunum til dystin í Klaksvík. Sum vit skilja tað, so verður hann í miðverjuni saman við Marna Djurhuus. Teir báðir hava so mangan mannað miðverjuna, og sleiðis tykist tað aftur at vera ímóti KÍ.
KÍ-EB/Streymur klokkan 15.00.









