Egil Restorff farin

Sunnudagin 6. november 2005 andaðist Egil Restorff í Havn 85 ára gamal.

Egil var yngsti sonur Linu, f. Heinesen, ættað úr Bø, og Frants Restorff, sum stovnaði Restorffs Bakarí í 1902.
Egil var einans 13 ára gamal, tá pápin doyði í 1933.
Eins og pápin hevði Egil eisini hug at royna seg í bakarayrkinum, og í 1936 fór hann í bakaralæru hjá Napoleon Olsen, Bona, sum tá var bakarameistari hjá Restorffs Bakarí.
Eftir at hava lært í tvey ár fór Egil í 1938 til Danmarkar, har hann helt áfram við bakaralæruni í Danmark hjá systkinabarninum, Herluf Heinesen, sum var ættaður úr Bø og hevði lært til bakara hjá Restorffs Bakarí.
Áðrenn Egil var liðugur við bakaralæruna brast annar heimsbardagi á, og hann slapp tí ikki heim aftur.
Frá 1942-45 hevði Egil egið bakarí í Willemoesgade í Keypmannahavn.
Í 1945 seldi hann bakaríið og flutti heim aftur til Føroya og gjørdist stjóri í partafelagnum Frants Restorff. Teir sum arbeiddu á bakarínum tá vóru: Napoleon Olsen, Eigil Joensen, Jacob Weihe og Jarmund Ludvig.
Í 1950 giftist Egil við Michaelu, sum var ættað av Tvøroyri. Sonurin Heini er í dag stjóri í fyritøkuni.
Michaela andaðist 14. mai 2000.
Tveir av bakarunum, Napoleon Olsen (Bona) og Eigil Joensen, fingu báðir kongaligt heiðursbræv fyri drúgva tænastu meðan Egil var stjóri.
Trý eru abbabørnini, Heidi, Barbara og Egil.
Egil Restorff var kend býarmynd, ikki tað at hann gjørdi nakran háva burturúr sær, tað var heldur tað øvugta, hjartaliga og vinsæla huglag hansara dugdi hann sum nakar at luta til høgan sum lágan.
Egil verður saknaður ikki minst í sangløtuni og matgerðarskeiðinum í Tilhaldinum. Við stillføru framferð síni var hann altíð miðdepulin, áhugaverdi partnarin í samrøðuni.
Friður verið við minninum um Egil Restorff.
jl