- Eg eri givin á landsliðnum. Hetta árið fótbóltsárið er av, eg eri ikki ungur longur, havi familju og arbeiði og landsliðið fer við nógvari tíð. Landsliðsvenjarin skilir mína avgerð, um at steðga nú, sigur Egil á Bø við Sosialin í dag.
Egil á Bø spældi sín fyrsta landsdyst tann 20. august 2008 sum 34 ára gamal, ið ger hann til elsta landsliðsdebutantin nakrantíð. Talan var um venjingardyst í móti Portugal. Seinasta landsdystin spældi hann í Ljubljana í Slovenia 8. oktober 2010. Tilsamans spældi Egil á Bø 14 landsdystir, 11 undankappingardystir og tríggjar venjingardystir.
- Hvørja einastu ferð, eg havi verið við til at sungið tjóðsangin saman við landsliðnum, hevur tað verið ein stór og eisini serlig kensla. Og eg eri eisini ógvuliga glaður fyri hvønn einasta minutt í landsliðsbúnanum. Tað hevur verið bæði gevandi og stuttligt at verið partur av, sigur Egil á Bø, sum eisini skoraði eitt mál á landsliðnum.