Egil er við aftur

- So fáa vit at síggja, um eg verði partur av hópinum, tá nýggi venjarin kemur til, men eg eri so byrjaður at venja aftur, sigur Egil á Bø.

 

Sjálvur harmast hann um, at støðan bleiv sum hon bleiv.

? Eg eri keddur um, at tað bleiv soleiðis, men sum støðan var, so hevði eg ikki hug at halda áfram og valdi tí at gevast, greiðir Egil á Bø frá, sum altso eftir øllum at døma verður aftur á vøllinum sunnudagin, tá EB/Streymur tekur í móti KÍ.