EB/Streymur vann í dag sum kunnugt steypafinaluna annað árið á rað.
Eins og vinnararnir av steypafinaluni hjá kvinnum í gjár so vóru steypavinnararnir hjá monnum heiðraðir í dag. Hesa ferð tó á stóra pallinum á Vágsbøi.
Heilt nógvir blásvartir fjepparar vóru savnaðir framman pallin á Vágsbøi í kvøld. Tróndur Arge kom nakað forsinkaður á pallin og rópti nøvnini á spælarunum á EB/Streyma liðnum hvør sær, sum so komu á pallin til róp og klapp frá sínum trúføstu fjepparum. Síðstur á pallin var liðskiparin, Egil á Bø.
- Tøkk til tykkum øll fyri at hava stuðlað okkum so væl. Vit vilja gjarna ogna sigurin til allar teir, sum vit hava mist, segði Egil, og sipaði hann í hesum sambandi til teir tríggjar ungu menninir av Eiði, sum í ár hava mist lívið í einum alt ov ungum aldri.