StÍF hevði árliga aðalfundin týskvøldið 29. august í bygdahúsinum á Strondum. Uppmøtingin var góð, umleið 40 fólk møttu.
Á skránni var nevndarval. Elin Maria Bærentsen, Janneth Heinesen og Magni Jacobsen stillaði ikki uppaftur. Elin Maria og Janneth hava sitið í nevndini í fimm ár, og Magni hevur sitið í tvey ár.
StÍF takkar teimum hjartaliga fyri teirra stóra arbeiði og íkast fyri felagið.
- Gleðiligt var, at fleiri valevni bjóðaðu seg fram á aðalfundinum.
Hesi eru nývald í nevndina: Ólavur í Geil, Ann Berg Christensen, Sára Mrdalo, Simona Paula á Fríðriksmørk og Suni Ernstsson. Alexandur Johansen er tiltakslimur. Nevndin telur nú sjey limir.
Eftir aðalfundin skipaði nýggja nevndin seg.
Rúni Rasmussen, sum hevur verið formaður seinastu trý árini, legði frá sær sum formaður, men heldur fram í nevndini.
Elin Maria Bærentsen, Janneth Heinesen og Magni Jacobsen stillaði ikki uppaftur. Elin Maria og Janneth hava sitið í nevndini í fimm ár, og Magni hevur sitið í tvey ár. StÍF takkar teimum hjartaliga fyri teirra stóra arbeiði og íkast fyri felagið.
Nýggja nevndin hevur skipað seg soleiðis:
Egi Gothard Danielsen, formaður, Ann Berg Christensen, næstforkvinna, Rúni Rasmussen, skrivari, Suni Ernstsson, kassameistari, Ólavur í Geil, nevndarlimur, Sára Mrdalo, nevndarlimur, Simona Paula á Fríðriksmørk, nevndarlimur og Alexandur Johansen, tiltakslimur.
- Nýggja nevndin er farin til verka og er spent at menna StÍF enn meira saman við nógvum góðum eldsálum og stuðlum, verður sagt av Strondum.