Egi er apa í Løkshøll

Einmansleikurin Apan verður sýndur í Løkshøll sunnudagin 31. oktober, og tað eru feðgarnir, Egi Dam og Búi E. Dam, sum á fyrsta sinni samstarva í sjónleikarahøpi. Nógv mentanarlig tiltøk verða í Løkshøll og aðrastaðni í Runavíkarøkinum í mentanarvikuni, sum byrjar sunnudagin 24. oktober.

Millum ymisku tiltøkini verður eisini einmansleikurin Apan eftir Franz Kafka, og hesin verður sýndur sunnudagin 31. oktober klokkan 15.30.

Tað eru feðgarnir Egi Dam og Búi E. Dam, sum á fyrsta sinni samstarva í sjónleikarahøpi - Búi sum leikstjóri og Egi, sum spælir Apan.

Apan byggir á stuttsøguna hjá Kafka - ?Ein Bericht für eine Akademie?.

Atgongumerki, sum kosta 150 krónur, kunnu keypast á www.nlh.fo og á kunningarstovunum í Saltangará, Tórshavn, Fuglafirði og Klaksvík.