Egholm er aftur formaður

Felagið 12. maður, sum er áskoðarafelagið hjá føroyska fótbóltslandsliðnum, hevði í farnu aðalfund.
Verandi formaðurin, Regin Bláhamar, boðaði her frá, at hann í løtuni ikki hevur stundir at røkja formanssessin, og tí varð neyðugt við nýggjum formansvalið.
Nýggi formaðurin er tó ikki heilt so nýggjur kortini. Regin Egholm var frá byrjan formaður í 12. manni, og tann sessin røkti hann fram til í fjør, tá Regin Bláhamar tók við. Nú hevur Egholm so aftur tikið við formanssessinum, so nakrar kollveltandi broytingar verður talan neyvan um hjá 12. manninum.
Í nevndini í felagnum eru nú Regin Egholm, Tommy Falkenberg, Janus Rein og Jónleif Frederiksen.