Eggjar russiskum hermonnum at flýggja

Volodymyr Zelenskyj sigur, at um russiskir hermenn í Kherson-økinum vilja yvirliva, eiga teir at flýggja. - Farið heim, segði forsetin í gjárkvøldið.

 

Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, mælir nú russiskum hermonnum í Kherson-økinum til at flýggja, um teir vilja yvirliva álopini teir næstu dagarnar.

 

- Um teir vilja yvirliva, eiga russisku hermenninir at flýggja. Farið heim, segði forsetin í einari talu í gjárkvøldið.

 

Russland vil ikki viðganga, at ukrainski herurin tekur seg fram í Kherson-økinum, eftir at Ukraina í gjár boðaði frá mótálopum.

 

Volodymyr Zelenskyj legði aftrat, at russiskir hermenn, sum yvirgeva seg, verða viðfarnir sambært Geneve-sáttmálanum. 

 

Í gjár søgdu ukrainskar hernaðarkeldur sambært CNN, at ukrainski herurin hevur tikið fýra býir í Kherson-økinum aftur frá russum. 

 

Í Russlandi verður váttað, at ukrainski herurin hevur framt mótálop, men har siga tey, at álopini eru miseydnað.

 

Fleiri útlendskir miðlar vistu í gjárkvøldið at siga, at ukrainski herurin hevur tikið fleiri býir aftur frá russum í Kherson-økinum.