Eggjar føroyskum fyritøkum til at gera íløgur í Estlandi

Í Estlandi eru góðir møguleikar hjá vágafúsum pengum úr Føroyum, tí treytirnar eru óguvliga lagaligar og landið er ógvuliga framkomið

Vinnumenning

Tað eru góðir møguleikar hjá føroyskum vinnulivsfólkum at gera íløgur í Estlandi.
Tað fingu føroysk vinnulívsfólk at vita á kunnandi fundi á Hotel Hafnia í gjáramorgunin.
Tað er Menningarstovan, sum skipaði fyri hesum kunningarfundinum. Til høvið hevði hon fingið Mati Murd av sendistovuni hjá Estlandi í Keypmannahavn at koma til Føroya at greiða frá vinnuligu viðurskiftunum í heimlandinum.

Sera áhugavert land
Menningarstovan metir, at Estland er sera áhugaverd hjá føroysku vinnuni at gera íløgur í.
Landið er sera framkomið, eisini hvat fjarskifti víðvíkur og internet er heilt vanligt og ógvuliga framkomið.
Samstundis er arbeiðsmegin ógvuliga væl útbúgvin á nógvum økjum.
? Harafturat hevur Tallinn, sum er høvuðsstað í Estlandi, eina stóra og góða havn og Tallin er sostatt vorðin fremsta portrið ímillum londini í Evropa og velduga marknaðin í Russlandi.
Kortini eru Baltalondini og Russland lond og marknaðir, sum føroysk vinnulívsfólk lítið og onki troyta og tað er hetta, sum Menningarstovan nú ætlar at broyta.
Og tey vinnulívsfólk, sum vóru komin á Hafnia at lurta, fingu tað, tey vóru komin eftir.
Mati Murd kundi greiða teimum frá, at í fjør keyptu estlendingar ikki føroyskar vørur fyri meiri enn eina slaka millión.
Her er bara talan um fisk, men tað merkisverda er, at føroyingar selja ikki ein stert til Estland beinleiðis.
? Allur føroyski fiskurin, sum vit keyptu, fingu vit ígjøgnum danskar og íslendskar millumhandlarar, segði Mati Murd.
Hinvegin seldu estlendingar føroyingum vørur fyri 3,4 milliónir í fjør. Her var at kalla bara talan um innbúgv og aðrar vørur úr viði.
? Sostatt gott pláss at menna samvinnuna ímillum Føroyar og Danmark, helt hann.
Mati Murd gjørdi annars nógv burturúr at greiða vinnulívsfólki frá, hvussu vinnuvinarligt land, Estland er.
? Ein vinnuliv lýsing prógvar at Estland er tað mest álítandi landi í Mið- og Eysturevropa at hava samvinnu við.
Men hann segði eisini, at tað skerst ikki burtur, at tá ið tosið kemur inn á Eysturlondini og vinnulív, verður altíð spurt um mutur.
Eisini tað, hevði hann tøl fyri.
? Estland er tað landið í Mið- og Eysturevropa við minst mutri og landið er somuleiðis fremri enn nógv lond í Vesturevropa í so máta.
Hann vísti eisini til eina kanning sum vísti, at Estland er á topp 10 listanum yvir tey lond í øllum heiminum, sum hevur størst frælsi fyri fyri kapital og vinnu.
Í Estlandi eru nógvar ymsar vinnugreinar, men serliga frammaliga eru teir í kunningartøkni, í elektronisku vinnuni, í træídnaðinum og í maskinídnaðinum.
Teir hava eisini sera sterkar fíggingarstovnar og tað eru teir stóru bankarnir í Norðurlondum, sum eiga flestu týðandi bankar í Estlandi.
Hinvegin hevur fiskivinnan ikki longur so stóran týdning, sum hon hevur havt, tí at hon als ikki er týdningarleys.
Mesti fiskiskapurin er í Eystrasalti, men fiskavirki keypa eisini fisk uttanlands til virkingar.
Og Mati Murd helt, at tað var serliga á hesum øki, at føroyingar høvdu góðar møguleikar at gera seg galdandi.
Hinvegin váttaði hann eisini, at nú Estland var farið upp í ES, var umsitingin av fiskivinnuni og kvotunum løgd undir ES myndugleikar

Lág løn og lagaligur skattur
Tað, sum hevði størstan áhugan hjá føroyskum vinnulívsfólkum, var hvussu lønarlagið var.
? Ein miðal mánaðarløn hjá einum verkafólki liggur um 2700 krónur um mánaðin, segði Mati Murdi.
Arbeiðstíðin er 40 vikur og tað er ásett við lóg.
Hann segði eisini, at felagsskatturin er 24%, men verður yvirskotið í eini fyritøku brúkt til nýggjar íløgur, er tað skattafrítt. Tað er bara, tá ið viningurin verður tikin úr landinum, at skatturin skal rindast.
Annars liggja allir aðrir skattir rættiliga væl lægri enn okkara skattir, bæði vanligi skatturin, mvg og onnur gjøld.

Handilsferð til Baltalond
Í kjalarvørrinum á hesum kunnandi fundinum ætlar Menningarstovan seinni í ár at skipa fyri eini handilsferð til Estlands og kanska eisini til Litava.
Endamálið við ferðini er at finna vinnumøguleikar fyri føroyskar fyritøkur í hesum londum.