Eggja til lestur uttanfyri Norðurlond

Altjóða skrivstovan lat alment upp í seinastu viku. Høvuðsuppgávan hjá hesi skrivstovu er at upplýsa um møguleikarnar hjá føroyingum at útbúgva seg uttanfyri Norðurlond

 

Fríggjadagin í seinastu viku var almenn móttøka í J.C. Svabosgøtu 14 ella gróthúsinum á Debesartrøð. Skipað var fyri móttøku í sambandi við, at Altjóða Skrivstovan alment lat upp, og at Setursskrivstovan eisini flutti inn á hesi hølini. Hesar báðar skrivstovur skulu sostatt búleikast undir somu lon í komandi tíðum.

Holger Arnbjerg er leiðari av Altjóða Skrivstovuni, og hann er longu farin til verka at upplýsa ungdómar um teirra møguleikar at fara undir hægri lesnað øðrum londum enn Norðurlondum.

Høvuðsuppgávan hjá skrivstovuni er at vegleiða og upplýsa um útbúgvingarmøguleikar og útbúgvingarskipanir uttanfyri Danmark.

? Okkara høvuðsuppgáva er at eggja ungum, sum ætla sær undir hægri lesnað, at royna lærustovnar uttan fyri Norðurlond. Eisini skulu vit royna at skipa fyri næmingaskiftum millum hægri lærustovnar , sigur Holger Arnbjerg.

Holger sigur, at ein heimasíða skjótt verður klár, men enn er hon ikki atkomilig á internetinum. Stórt arbeiði fer eisini at vera lagt í at gera skrivstovuna sjónliga millum tey ungu á miðnámsskúlum og aðrastaðni.

? Tey, sum ætla sær at lesa aðrastaðni, hava ofta nógvar forðingar at sleppa framvið, áðrenn klárt er at fara undir sjálvan lesturin Tað eru hesar forðingar, sum eg skal hjálpa fólki at sleppa uttanum, sigur Holger Arnbjerg.

Holger sigur, at enn er skrivstovan bara á byrjunarstigi, og tí má hann prioritera her í byrjanini, hvat hann fer at leggja størts dent á.

Holger sigur seg hava ein varhuga av, at tað eru nógv, sum hava hug at lesa aðrastaðni enn í Føroyum og Danmark. Í einari kanning á einum av miðnámsskúlunum segði ein triðingur av næmingunum, at teir heldur vildu lesa uttanfyri Norðurlond.