Øssur Vinthereig, tíðindastjori í SVF, sigur, at leiklutur sjónvarpsins í innsavnanini til Konto Kosovo hevur verið at eggja føroyingum at veita eina hjálpandi hond til arbeiðið hjá Reyða Krossi á Balkan, og varð hetta gjørt bæði við undirhaldi og meira álvarsomum tilfari.
Sum nakað nýtt, varð eisini beinleiðis uppboðssøla yvir skíggjan roynd. Hesum partinum tók Føroya Tele sær av. Sjónvarpið hevði beinleiðis samband við Føroya Tele, og tískil kundu boðini skrivast á skíggjan , næstan so hvørt tey komu inn.
Hetta vóru vit sera spent upp á, hvussu tað fór at eydnast, sigur Øssur Vinthereig.
Tá vit nú kunnu leggja saman peningin fyri teir fimm málningarnar, Esmar Esturoy-útgerð og ikki minst slipsið hjá Johnsigurdi, verður talið 203.000 krónur. So júst hesin mátin hevur, umframt at gjørt stóran mun í innsavnanini, uttan iva verið ein eyka eggjan hjá øðrum.
Uttan at tit góvu tykkum far um tað, kann tykkara leiklutur - og sjálvandi hini, sum bjóðaðu ímóti - sammetast við leiklutin hjá kórum, sangarum, orkestrum og dansigentum úr Eysturoynni. Tí skal eg takka tykkum fyri hjálpina.