Vit velja Føroyar!
Tað er slagorðini í eini herferð, sum Kommunusamskipan Føroya, KSF, og 10 føroyskar fyritøkur, nú hava tikið stig til, og sum fer av bakkastokki á ólavsøku.
Hesi næstu árini skal átakið vera við til at venda skeivu gongdini og aftur geva føroyingum hug og orsøkir at búgva og virka í Føroyum, siga heðin Mortensen, formaður í KSF og Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, í morgun.
- Tað er ein sannroynd, at fólkatalið støðugt minkar og at annarhvør føroyingur, sum fer av landinum at lesa, verður verandi uttanlands.
- Avbjóðingin er stór, men vit vilja vera við til at venda gongdini, leggja tey afturat.
Tey sitaðfesta, at vinnulívið merkir beinleiðis avleiðingarnar av fólkaminking, bæði tí at tað er torført at fáa skikkaða arbeiðsmegi, tí at viðskiftafólkini fækkast í tali og tí at marknaðurin og keypikraftin minkar.
Fráflytingin er eisini ein stór hóttan ímóti tilverugrundarlagnum hjá kommmununum, sigur Heðin Mortensen
Tey halda, at til tíðir hava vit føroyingar ein heldur negativan hugburð til okkara egna land og teimum møguleikum, sum her eru at virka, liva og trívast.
- Við hesum átakinum leggja vit dent á fyrimunir og møguleikar, føroyska samfelagið hevur, kanska fram um onnur samfeløg, siga tey.
Hetta átakið er eisini ein áheitan á okkara útisetar og lesandi, sum enn ikki hava tikið støðu, um at síggja Føroyar sum ein sjálvsagdan møguleika.
- Kjarnin í átakinum verður ein miðvís skráseting av útisetum, soleiðis at vit, fyri tað fyrsta, kenna teirra støðu, ynski og tørv, og fyri tað næsta, kunnu røkka teimum við viðkomandi kunning, tiltøkum og tilboðum, siga tey, sum hava tikið stig til átakið.










