Fyri nærum tríati árum síðani fór Arnfríða úr skúlanum. Hon gavst eftir sjeynda flokk og hevur arbeitt síðani tá. Men í 1999 legðist hon sjúk. Talan gjørdist um langa sjúkralegu, og læknin mælti henni til at fara undir endurútbúgving.
Hon fekk tilboðið um at byrja 9. flokk í skúlanum við Áir ein hósdag, sum hon skuldi byrja mánadag.
? So man kann gott siga, at eg leyp út í tað, sigur Arnfríða og flennir.
Hon tók bæði 9. flokk og FHS við Áir og síðani fór hon á HF, har hon gongur í dag.
Dóttirin Anna gongur í 2. e á málsligu deildini á studentaskúlanum, og sonur Óli á matematisku deildini í 1. u.
So hvønn morgun fer bilur úr túninum við heimið hjá teimum á Argjum. Fyrst verður pápin koyrdu til arbeiðis í Hoyvík, og síðani fer restin av familjuni í skúla.
Strævið
Arnfríða dylir ikki fyri, at tað er strævið at ganga í skúla.
? Tað kanst tú ætla, at tað er. Tað er so langt síðani, at eg gekk í skúla, at nógv er farið. Men eg fái góða hjálp, greiðir hon frá.
Við trimum "skúlabørnum" í húsinum er mangan rokaligt, tá øll trý skulu gera skúlating.
? Mangan er ikki borðpláss, tá vit øll sita við uppgávum, sum skulu loysast, sigur Arnfríða Andrésen.
Hon heldur fram, at serliga enskt fellur henni nakað tungt, men leggur afturat, at har er altíð góð hjálp at heinta.
? Dótturin er stinn í máli, so tað kemur meira enn so fyri, at hon hjálpir mær. Og sonurin eisini, tá ið ástendur.
Men so leggur hon við einum skeivum eygnabrái afturat, at ein er tó mamma at sínum børnum, óansæð hvussu gomul tey so eru.
? Ábyrgdarkenslan er altíð har, sigur hon.
Búgvin flokkur
Hóast hon er nakað eldri enn floksfelagarnir, so trívist Arnfríða sera væl. Hon sigur, at flokkurin er sera góður, og heldur hon, at hon var heppin at koma í ein flokk, sum er so búgvin.
Hon hevur ongantíð merkt nakað til, at hini halda hana vera ov gamla ella nakað. Heldur øvugt. Fleiri halda tað vera kul, at hon er farin undir útbúgving, nú hennara børn eru vorðin vaksin.
Framtíðarætlaninar hjá Arnfríðu eru ikki endaliga av-gjørdar, men hon hevur hugsað um at fara at lesa føroyskt. Tað passar tó so illa, at Føroya-málsdeildin tók næmingar inn til føroyskt í ár, og tískil ikki aftur fyrr enn í 2006.
? Nú er tað soleiðis, at tíðin ikki arbeiðir við mær, so um eg skal fara undir langtíðarslesnað, nái eg tað helst beint áðrenn pensjónsaldurin, sigur Arnfríða Andrésen stórflennandi.