Av tí at Schandorff Vang, sum hevur verið formaður í Bogaskjótarafelagnum í 19 ár, varð valdur í starvsnevndina hjá ÍSF, mátti hann leggja formanssessin frá sær. Lógir ÍSFs gera greitt, at starvsnevndarlimir ikki kunnu vera nevndarlimir, hvørki í sersambondum ella í ítróttafeløgum.
Tí verður tað varaformaðurin í felagnum, Jógvan Magnus Andreasen, eisini nevndur Eggaba, sum tekur við sum formaður.
Schandorff Vang skrivar í fráferðarbrævi sínum, at hann byrjaði við bogaskjóting eftir Oyggjaleikirnar í 1989 og í 1991 stovnaðu hann og aðrir bogaskjótifelagið Ørv í Runavík. Har var hann formaður í 14 ár.
Í 1997 bleiv hann formaður fyri Skjótisambandi Føroya, sum tá gjørdist partur av ÍSF, og hann helt fram sum formaður, tá Bogaskjótisamband Føroya varð stovnað í 2011.
- Nú eg latið sessin og leiðsluna yvir og taki við sessi í starvsnevnd ÍSF’s, fari eg at arbeiða fyri allari føroyskari ítrótt. Eg fari til verka við góðum treysti, tí við einum 19 ára sessi í stjórn ÍSF’s, meti eg meg væl ílatnan til starvsnevndar uppgávurnar, sigur Schandorff Vang.