Leygardagin 7. apríl 2018 hevði Reyði Krossur Føroya aðalfund í hølunum í Stiðjagøtu í Havn. Nøkur av nevndarumboðunum stóðu fyri vali, og er nevndin nú mannað soleiðis:
Jóannes Eidesgaard, formaður
Tórfinn Højgaard, næstformaður
Mary Ann Thomsen, kassameistari
Kristianna Winther Poulsen, skrivari
Eyðritt Guttesen Leyni, nevndarlimur
Hans Jacob Simonsen, eykalimur
Bergljót Ihlen, eykalimur
Umframt hjálpararbeiðið, sum Reyði Krossur hevur staðið fyri her heima, so sendi Reyði Krossur 800 tús. kr. í neyðhjálp út í heim í fjør, og varð henda upphæddin býtt til Suður Sudan, Myanmar og Grønlands. Harumframt sendi Reyði Krossur 1 mió. kr, sum Føroya Landsstýri læt til Sýria.
Á aðalfundinum varð Jógvan (Egga) Jensen heiðraður fyri fjøruti ára trúgva tænastu sum undirvísari við fyrstihjálparaskeið, sum Reyði Krossur hevur staðið fyri.