Heilsufrøðiliga Starvsstovan afturkallar nú fleiri sløg av eggum, sum eru seld í Føroyum. Orsøkin er at salmonella er staðfest í sýnum, eru tikin av eggunum. Talan er um fleiri sløg av hitaviðgjørdum - pasteuriseraðum- eggum og tað er eggvirkið, Hedegaard, sum hevur afturkallað vøruna.
Eggini, sum eru afturkallað, eru: H349 Hvider med konservering tappet i 1 kg og 5 kg H350 Blommer med konservering tappet i 5 kg H351 Scrambled eggs tappet i 1 kg, 5 kg og Shaker H357 Hvider med konservering tappet i bægre H361 Helæg uden konservering tappet i 5 kg H362 Helæg med konservering tappet i 5 kg H364 Helæg med konservering tappet i 1 kg H375 Hvider med konservering tappet i bægre H376 Blommer 6% i 5 kg H378 Scrambled eggs tappet i Shaker H407 Helæg uden konservering tappet i 5 kg.
- Allar vørur av hesum slag eru umfataðað av afturkallingini, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.
Salmonella kann verða sera álvarsom og tí verður heitt á fólk, sum hava keypt hesar vørur, um at tveita hana burtur, ella at lata eggini aftur í handilin, har tey eru keypt, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.
|









