Egg til Caroline

Ein hálvsjúk Caroline Wozniacki mátti lúta longu í fyrsta umfarinum av Chin Open, sum hesa vikuna verður spælt í Beijing. Danska tennis-drotningin spældi móti sponsku Maria José Martinez Sánchez, sum vann 7-6, 6-7, 6-0. Sjálv vildi Wozniacki tó ikki staðfesta, at sjúkan var orsøkin til, at hon ikki orkaði meira í triðja settinum, men staðfesti hon ístaðin, at spælið ikki var nóg gott.