Egg ella ungi á Tvøroyri

AVKLÀRING: Tvøroyrar Býráð krevur nú, at ein avgerð fellur um flakavirkið hjá Fiskavirking á Tvøroyri, sum hevur staðið at kalla púra stilt í fleiri ár

Tvøroyrar býráð krevur nú at fáa fund við leiðsluna í Fiskavirking fyri at vita, hvørjar
ætlanir fyritøkan eru við stóra flakavirkinum á Tvøroyri.
Tvøroyrar Býráð hevur viðgjørt støðuna viðvíkjandi flakavirkinum í býnum, eftir at tað hevur ligið mestsum steindeytt í langsamiliga tíð.
Sáttmálin um grundstykkið, sum flakavirkið stendur á, sigur, at hevur onki virksemi av flaki ella ísi verið á virkinum í tvey ár, kann sáttmálin sigast upp við eini freist upp á eitt ár.
Tað er langt síðani, at tey hildu upp at at arbeiða fisk á virkinum, men nakað eftir tað, gjørdu tey framvegis ís til bátar og skip.
Men eisini tað er langt síðani hildið uppat og borgarstjórin sigur, at seinastu ferð, at virkið lat ís, var á vári í 2008.
- Tað hevur verið ógvuliga óheppið fyri bátarnar, sum hava avreitt til landingarmiðstøðina, tí eftir at teir hava avreitt, mugu teir antin til Vágs ella aðrastaðni eftir ísi og tað er ógvuliga tvørligt hjá teimum, varð upplýst á býráðsfundinum.
Men seinastu tíðina er virkið aftur farið at lata í og tí er tað ein spurningur um er nóg nógv virksemi til at sáttmálin ikki kann sigast upp.
Og tað hava so í øllu føruum skipini, fegnast um.
Hinvegin er býráðið ikki nøgt við støðuna. Býráðið hevur eisini havt bestan hugin til at siga sáttmálan upp og tað var eisini tilmælið frá fíggjarnevndini hjá býráðnum. Men á sjálvum býráðsfundinum broytti meirilutin í býráðnum so meining og samtykti at geva Fiskavirking ein møguleika afturat.
Men samtykt varð eisini at krevja fund við leiðsluna í Fiskavirking um støðuna og tann fundurin skal vera í allarnærmastu framtíð.
Tað skilst, at hevur Fiskavirking á tí fundinum onki ítøkiligt at vísa á, er býráðið sinnað at kanna møguleikarnar at siga sáttmálan upp, so at onnur kunnu fáa virkið, ella so at virkið verður tikið niður, so at grundstykkið er til taks.
Men av tí, at ísframleiðsla er á virkinum, kann tað enda við einum løgfrøðiligum tvídrátti um Býráðið hevur rætt at siga sáttmálan upp, tí so er í øllum førum virksemið á virkinum.
Pauli Einarsson var ikki sinnaður at bíða, tí hann er ikki nøgdur við at Fiskavirking bara hevur eina ísmaskinu standandi á virkinum, sum hann málbar seg.