Hósdagin fer Vága Floghavn á fund við lágprís flogfelagið, Norwegian, um møguleikarnar hjá norska felagnum at flúgva upp á Føroyar
Áhugin hjá øðrum flogfeløgum at flúgva upp á Føroyar er til staðar. Mest ítøkiliga dømi er Norwegian, og Kitty May Ellefsen, forkvinna í nevndini fyri Vága Floghavn, váttar, at nevndin skal á fund við norska flogfelagið hósdagin.
- Eg tori ikki at siga nakað undan fundinum, men vit hava so við okkum alt tilfar, sum Norwegian hevur biðið um, sigur Kitty May Ellefsen.
Tað hevur verið frammi, at tað fer at verða ringt at fáa onur flogfeløg at flúgva upp ðá Føroyar, tí avgjøldini eru so høg. Men tað heldur Kitty May Ellefsen ikki.
Samanbera vit við avgjaldið í Kastrup, so er tað 130 krónur. Her hjá okkum er tað 185 krónur, og tað er bara ein lítil brotpartur av samlaða ferðaseðlaprísinum, sigur Kitty May Ellefsen.
Umframt Norwegian hava fimm onnur flogfeløg spurt seg fyri hjá Vága Floghavn.
- Við fundinum hósdagin mugu vit siga, at Norwegian hevur víst mest ítøkiliga áhugan. Men tað verður ikki fyrr enn eftir fundin, at vit vita meira, sigur Kitty May Ellefsen.
Tað er útbyggingin av flogbreytini, sum hevur skapt áhugan hjá útlendskum flogfeløgum at flúgva upp á Føroyar.