- Eg vóni at eg hoyrdi skeivt
Tað segi Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, tá ið han frætti, at ætlanin at ,at Løgtingið longu í dag skal samtykkja at keypa einskilta triðingin av Atlantsflogi aftur frá privatu partaeigarunum.
Men Johan Dahl gjørdi tingmanninum greitt, at hann hevði ikki hoyrt skeivt
Løgtingið hevur nú samtykt við øllum 20 atkvøðunum hjá samgonguni at víkja frá øllum tíðarfreisum, so at keypið kann avgreiðast í dag.
Øll tey 13 í andstøðuni, atkvøddu ímóti.
Høgni Hoydal ávaraði ímóti at skunda málið ígjøgnum, tí málið má fáa eina sakliga viðgerð.
Hann vísir á, at talan er um framtíðina hjá okkara tjóðar flogfelag.
- Hvør skal stýra felagnum framyvir, verður tað landsstýrismaðurin, sum einsamallur skal stýra Atlantsflogi, spyr hann.
Tað gjørdi fleiri onnur í Tjóðveldi eisini og somuleiðis gjørdi Javnaðarflokkurin greitt, at ongin orsøk er at gera so álvarsligt inntriv í tingskipanina, sum tað er at skunda mál ígjøgnum.
Johan Dahl sigur, at hann ætlar at fáa løgfrøðing í Løgtingið at greiða tinglimum frá støðuni.
- Tað eru nógv formlig viðurskifti, sum gera, at málið skal avgreiðast skjótt, sigur hann og virðisbrævamarknaðurin hevur heitt á meg um at fáa tað avgreitt, sigur Johan Dahl.
Virðisbrævamarknaðurin hevur eisini sínar reglur at ganga eftir og tí verður keypið avgreitt í dag ella í morgin, leggur hann afturat.
Uppskot um at landið skal keypa tann privata partin av Atlantsflogi, verður lagt fyri Løgtingið seinni í dag.
|