Eg visti at vandi var fyri at fáa knívin í ryggin

Eg havi onki álit á Anniku Olsen og Boga Andreasen

 

Tá ið eg sá, hvør varð valdur í Tórshavnar Býráð fyri Fólkaflokkin, visti eg beinanvegin, at vandi var fyri at fáa knívin í ryggin.

 

Tað sigur ein ógvuliga vónbrotin og skelkaður Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin.

 

Tróndur Sigurðsson hevur sitið í býráðnum í fýra ár, og hann fekk eitt kanónval í gjár við 676 atkvøðum, og sostatt var hann næstvaldur á javnaðarlistanum.

 

Javnaðarflokkurin fekk fimm býráðslimur, og beint sum úrslitið var greitt, gjørdu tey skjótt av og fingu fatur á Fólkaflokkinum, sum fekk tvey umboð, og Sambandsflokkinum, sum fekk eitt umboð, Annfinn Brekkstein.

 

Og tað var longu í gjárkvøldið, at øll átta umboðini fyri teir tríggjar flokkarnar skrivaðu undir upp á at ganga saman í samgongu í hesum valskeiðnum.

 

Sostatt var ætlanin, at samgongan frá undanfarna valskeiði skuldi halda fram, og tað høvdu vit eina undirskrivaða avtalu upp á, staðfestir Tróndur Sigurðsson.

 

Síðani hava vit orðað samgonguskjal og tosað um at býta nevndarsessir.

 

– Vit avtalaðu at hittast aftur klokkan 19.30 í kvøld, men tá hendi tað merkiliga, at Fólkaflokkurin møtti bara ikki upp.

 

– Vit frætti onki frá teimum, tey møttu bara ikki upp, men so fingu vit at vita, at tey høvdu skipað samgongu við Tjóðveldi og Framsókn, sigur hann.

 

Men hann sigur, at hann tá ið hann sá, hvør varð valdur í býráðið fyri Fólkaflokkin, var hann alla tíðina greiður yvir, at hetta kundi henda, tí hann heldur, at tey hevur ikki álit á teimum, sigur hann rættiliga bersøgin.

 

– Eg havi ómetaliga lítla virðing fyri fólki, ið leypa frá eini avtalu, tey hava skrivað undir, og váttað við at taka í hondina á hvørjum øðrum, sigur Tróndur Sigurðsson.

 

– Eg eri skelkaður av, at tey hava sitið við ósannindum upp í eyguni á okkum í dag, uttan at hava dirvi til at siga okkum, hvussu støðan í roynd og veru var, leggur hann afturat.

 

– Tvørtur ímóti fingu vit at vita, at tað var semja um tað, sum varð felt á blað, leggur hann afturat

 

Tróndur Sigurðsson sigur, at tey í Javnaðarflokkinum eru nú við at fara hvør til sítt, tí tað er ikki meiri hjá teimum at gera niðri í býráðnum.