Eitt eysturríkskt blað skrivar í dag, at Josef Fritzl skal hava sagt løgregluni, at hann gjørdi av at læsa Elisabeth inni fyri at verja hana ímóti rúsevnum Í dag kemur tann 73 ára gamli eysturríkarin Josef Fritzl fyri rættin. Tá fer ákæruvaldið at krevja, at hann verður fongslaður fyri at hava havt dóttir sína Elisabeth innilæsta í 24 ár, fyri at hava misbrúkt hana kynsliga og fyri at hava fingið sjey børn við henni.
Blaðið Kronen Zeitung skrivar í dag, at Josef Fritzl skal hava sagt løgregluni, at hann gjørdi av at læsa Elisabeth inni fyri at verja hana ímóti rúsevnum.
Fleiri eysturríkskir fjølmiðlar spyrja í dag, hvussu tað kann bera til, at ein maður kundi hava dóttir sína innistongda í samfull 24, uttan at nakar varnaðist nakað sum helst.
Fjølmiðlarnir undrast á, at hvørki grannar, næstringar ella nakar myndugleikari fingu illgruna, tá Elisabeth hvarv sum 18 ára gomul.