- Lat meg undirstrika, at eg meti meg einki skeivt hava gjørt.
Hetta var fyrsta viðmerkingin hjá Signari á Brúnni, eftir at hann í gjár fór frá sum landsstýrismaður, orsakað av fíggjarligu viðurskiftunum í Sjónvarpinum.
- Eg kann leggja afturat, at embætisverkið hjá mær og í Fíggjarmálastýrinum hava gjørt sær stóran ómak í hesum málinum og tað er væl lýst í tilfarinum, ið fór til Landsgrannskoðaran, sigur Signar á Brúnni.
Eg vil verða reinsaður
Um tað, at hann nú fer úr starvinum sum landsstýrismaður, sigur Signar á Brúnni, at málið er blást upp.
- Tá eg havi tikið hetta stig, so er tað tí, at málið av onkrari orsøk er blást meira upp, enn onnur mál. Eg veit ikki hví. Men við tað, at skuldsetingar hanga í luftini um ymiskt, so sigur tað, at hesum kann eg ikki liva við ella finna meg í. Tí vil eg hava eina kanning gjørda um viðurskiftini, so tey verða lýst út í æsir, so at hesar skuldsetingar ímóti landsstýrinum í nærum øllum málum, ið koma frá landsgrannskoðaranum, halda uppat, sigur Signar á Brúnni.
- Eg vil verða reinsaður. Hetta má roynast einaferð, so hetta óskil, ið ofta er á økinum, kann steðgast. Hetta við at tingmenn skuldseta hvønn annan fyri líkt og ólíkt, sum so fer í fjølmiðlarnar, har eg meti hetta mál er sera einsíðugt lýst, sigur Signar á Brúnni.
Ikki martyrur
Spurdur, um hann er samdur við teimum, ið meta hann sum martyr í hesum málium, sigur Signar á Brúnni, at so er ikki.
- Um nakar heldur, at eg hugsi um at gera meg til martyr í hesum málinum, so er tað ikki so. Eg vil fyri einhvønn prís, at tað eg og embætisfólk gera, er reiðiliga gjørt. Og tað er tað eisini. Og so vil eg hava kanningarstjóran at seta fordømi, at siga,at so og so er tað. Hetta er ikki fyri at gera meg til martyr, leggur Signar á Brúnni dent á.
Sannførdur
Tú hevur sagt teg úr landsstýrissessinum fyribils. Tað má vera tí, at tú metir, at møguleiki er fyri at venda aftur.
- Tá kanningin er gjørd, so eri eg sannførdur um, at einki er at seta fingurin á í samband við mína embætisførslu. Tí helt eg, tá eg tosaði við mín flokk og við løgmann um hetta, at eg fór ikki at siga meg úr starvi og gera eina kanning, og kanningin síðani sigur, at eg havi einki skeivt gjørt, men so eri eg farin úr einum starvi orsakað av hesum. Eg meti, at kanningin kann gerast innanfyri nakrar fáar vikur, sigur Signar á Brúnni og leggur afturat, at løgmaður hevur sagt honum, at hann er vælkomin aftur í landsstýrið, tá kanningin er avgreidd og hann er reinsaður.
Flokkurin ikki samdur
Tað tók drúgva tíð at viðgera málið innanhýsis í Tjóðveldisflokkinum. Er flokkurin samdur í hesum og stuðlar hann tær?
- Flokkurin er ikki samdur í hesum málinum. Men flokkurin hevur viljað hetta, um enn ikki allir hildu hesa loysn vera neyðuga, sigur Signar á Brúnni, sum nú aftur tekur sæti á tingi, har Torbjørn Jacobsen hevur sitið í hansara stað.
Signar á Brúnni hevur sagt seg úr landsstýrissessinum fyribils, so hann kann venda aftur, tá hann er reinsaður og hann tykist avgjørdur og ivaleysur í, at hetta verður úrslitið av eini kanning av viðurskiftunum.
Landsstýrismaðurin Høgni Hoydal røkir nú málsøkini hjá fráfarna landsstýrismanninum.