John Johannessen
Valevni Javnaðarfloksins
til Fólkatingið
Tú vinnur ikki størri sjálvstýri við einum høgum tali av fyrispurningum á Fólkatingi. Tú vinnur heldur ikki størri sjálvstýri við hørðum røðum og stórum orðum.
Skalt tú vinna góðar loysnir, má tað gerast við greiðum málum og góðum samskifti við tey, sum hava vald til at finna loysnir saman við tær. Tú mást tosa og lurta. Harvið skapar tú álit og virðing og kanst sannføra hin partin um, at tínar loysnir eru góðar.
Eg eri til reiðar at fara á Fólkating at tosa og lurta. At skapa eitt gott samskifti við danskar politikarar. Ikki bert frá røðarapallinum í sjálvum fólkatingssalinum. Men eisini á teimum mongu skrivstovunum hjá donsku tinglimunum á teimum longu gangunum á Christiansborg. Tí tað er her, at tað veruliga samskiftið fer fram. Tað er her, at tað ber til at fáa donsku politikararnar at skilja føroysk viðurskifti. Tað er her sambondini verða knýtt, alliansurnar verða gjørdar og loysnirnar verða funnar. Hetta havi eg sjálvur upplivað í mínum tíðarskeiði sum fjølmiðlamaður á Christiansborg.
Vit hava málini
Javnaðarflokkurin hevur tey greiðu málini. Men javnaðarflokkurin sær ikki heimin svartan og hvítan. Hjá okkum er ikki bert talan um ja ella nei, fullveldi ella samband. Vit byggja øll mál á eina heild, sum hevur til endamáls at skapa eitt samfelag, har tað er liviligt hjá øllum samfelagsbólkum. Eitt væl virkandi samhaldsfast samfelag grundað á eitt sunt og væl virkandi vinnulív. Tí krevja okkara politisku mál ofta eina gjøllari frágreiðing enn bara ja ja ella nei nei.
Vit vilja hava eina yvirtøkulóg, sum flytir allar avgerðir um størri sjálvstýri heim til Føroya. Soleiðis verður tað Føroya fólk gjøgnum Føroya Løgting, sum ger av, hvørji málsøki skulu yvirtakast og nær tey skulu yvirtakast. Hendan yvirtøkulógin ger sjálvstýrismálið til eina reina føroyska søk. Tískil verða gomlu samanbrestirnir millum føroyskar og danskar myndugleikar søga. Fer nógv at henda við yvirtøkum, so er tað tí, at vit í Føroyum vilja hava tað so. Hendir lítið ella onki, so er tað eisini, tí at føroyingar sjálvir ynskja tað.
Yvirtøkulógin gevur ikki møguleika at taka fullveldi. Tí eftir henni ber ikki til at yvirtaka uttanríkis- og verjupolitikk, heimarætt, hægstarætt og pengapolitikk. Hetta eru mál, sum eru beinleiðis knýtt at sjálvum fullveldinum. Men fyri eisini at hava greiðar linjur fyri einari slíkari avgerð, arbeiða vit við einari stjórnarskipanarlóg, sum greitt skal lýsa, hvussu føroyingar skulu bera okkum at, um vit einaferð í framtíðini velja at fara úr ríkinum.
Javnaðarflokkurin vil eisini hava størri leiklut í altjóða heiminum. Hetta gera vit við at samráðast við danir um eina lóg, sum skal geva Føroyum møguleika sjálvt at samráðast við onnur lond og gera altjóða sáttmálar við onnur lond.
Tá hesi mál eru loyst í eini heild, hava vit føroyska ella kanska rættari yvirtikið sjálvt sjálvstýrismálið. Tá er onki at klandrast við danir um.
Vit hava evnini
Enn er ætlanin ikki komin á mál. Danir hava enn ikki verið sinnaðir til at gera loysnina júst so, sum vit vitja hava hana. Eg velji at trúgva, at tað er tí, at okkara fólkatingsumboð í Danmark hava skapt ólag á samskiftið. Í staðin fyri at tosa og lurta hevur verið tosað og rópt. Harvið er virðingin horvin og sostatt eisini loysnirnar.
Við Javnaðarflokkinum á Fólkatingi ber til at fáa samskiftið aftur í rættlag og harvið grundarlag fyri loysnum. Við Javnaðarflokkinum á Fólkatingi ber til at fáa semju um sjálvstýrismálið og aftur fáa politikkin at snúgva seg um gerandisdagin hjá okkum øllum.
Vit víðka sjónarringin
Tá fer at bera til at lurta eftir føroyskum áhugabólkum og at tosa teirra søk út í heim gjøgnum sambondini á Christiansborg. At lurta eftir vinnuni og tala søk hennara. At lurta eftir mentanarfólkunum og tala søk teirra út í heim. At lurta eftir granskingini og tala hennara søk. At lurta eftir tær og tala tína søk.
Meginpartin av mínum arbeiðslívi havi eg arbeitt við at tosa, lurta og vera kristiskur. Eg kenni mannagongdirnar á Christiansborg. Eg eri til reiðar við tínari hjálp at átaka mær leiklutin at tala okkara felags søk út í heim og harvið knýta sambond, skapa samstarv og finna loysnir.
Er hetta gott samskifti?
Høgni Hoydal á Christiansborg 25. mai 2004
"_.jeg synes ikke at danske partier kan ignorere det forhold, at blokstøtten også er en finansiering af det, jeg har kaldt en ekspansiv partipolitik på Færøerne. Disse penge bruges jo også af de politiske partier til at købe sig stemmer for. Og alt det her til sammen er med til at skabe et manglende ansvar og en ansvarsforflygtigelse på Færøerne."
Spurningurin er í hesum føri, um útsøgnin gevur donskum politikarum eina rætta mynd av Føroyum. Tað lata vit lesaran sjálvan døma um.
Kelda: Norðuratlantsbólkurin