Hjá trettan ára gomlu ?Mi Mi? fór tíðin við at arbeiða fyri hervaldið í Nwa La Bo interneringsmiðstøðini, har hon slóð grasið og bar tungar steinar, sum skuldu nýtast til vegagerð. Sekstan ára gamla ?Ma Aye? bygdi girðingar og barakkir í eini hernaðarstøð nær Paw Tha He bygdini.
?Mi Mi? og ?Ma Aye? eru bert tveir limir úr etnisku minnilutunum í Myanmar, sum hernaðarstýrið í Myanmar hevur tikið úr teirra heimbygd og noytt til at arbeiða ímóti teirra vilja við sokallaðum ?menningarætlanum?.
?Hermenn koma oftani ígjøgnum mína bygd?, greiddi ?Ma Aye? fólki úr Amnesty International frá. ?Teir taka okkum sum arbeiðsmegi og stjala okkara rís og fenað?.
?Eg vil sleppa aftur í skúla?, segði ?Mi Mi? fyri Amnesty International.
Genturnar hoyra báðar til tann etniska minnilutabólkin, sum nevnist Karenni. Tær eru millum túsundavís av monnum, kvinnum og børnum, ið hoyra til etniskar minnilutabólkar í Myanmar, harímillum eisini úr statunum Karen og Shan, sum myndugleikarnir í Myanmar við makt hava nýtt sum ólønt arbeiðsmegi. Vanligt var, at eind 246 í hervaldinum í Myanmar noyddi børn ímillum átta og fimtan at hjálpa til við byggingini av einum buddistiskum templi í býnum Kunhing í Shan statinum.
Hvat kanst tú gera?
Hjálp til við at fáa enda á tvingsilsarbeiðnum í Myanmar. Heit á stýrið í Myanmar um at steðga skipanini við tvingsilsarbeiði og serliga tað, at børn verða nýtt. Niðanfyri er eitt dømi um, hvussu eitt bræv kann orðast. Í øllum førum átti tú at gjørt vart við nøkur av nevndu punktunum. Send brævið til hesa adressuna:
Lt Gen. Khin Nyunt
Secretary 1
State Peace and Development Council
c/o Ministry of Defence
Signal Pagoda Road
Yangon
Union of Myanmar
Dear Lt Gen. Khin Nyunt,
I am very concerned to hear reports about the children of Myanmar´s ethnic minorities being used by your government as unpaid forced labour.
This contravenes your country´s obligations under Articles 28 and 32 of the UN Convention on the Rights of the Child, which Myanmar ratified in 1991. The use of unpaid forced labour is also in contravention of Convention 29 of the International Labour Organisation (ILO), which Myanmar signed in 1955.
I urge you to stop this exploitation of children immediately.
Yours faithfully
Umseting:
Góði Lt Gen. Khin Nyunt,
Tað hevur vakt mín ans at frætta, at tygara stjórn nýtir børn úr etniskum minnilutum í Mynamar sum ólønt arbeiðsmegi.
Hetta stríðir ímóti tí skyldu, sum land tygara hevur bundið seg til í 1991, tá Myanmar skrivaði undir grein 28 og grein 32 í ST-sáttmálanum um Barnarættindi. At nýta ólønta arbeiðsmegi er eisini í stríð við grein 29 hjá Altjóða Arbeiðsfelagsskapinum (ILO), sum Myanmar skrivaði undir í 1955.
Eg biði tygum so inniliga um í skundini at steðga hesi misnýtslu av børnum.
Vinarliga
Rættindi til skúlagongd og trygd ímóti misnýtslu
Sáttmálin sigur, at øll børn hava rætt til skúlagongd. Hann áleggur londum at skipa fyri kravdari og fríðari barnaskúlaundirvísing fyri øll (grein 28). Harumframt kunnger sáttmálin, í viðurkenning av hvussu veruleikin oftani er, at børn hava rætt til ikki at átaka sær arbeiði, sum mest sannlíkt órógvar teirra skúlagongd (grein 32). Lond hava eisini skyldu undir sáttmálanum at verja barnið ímóti øllum sløgum av misnýtslu, sum kunnu verða skaðilig fyri trivnaðin hjá barninum (grein 36).
Grein 2 í sáttmálanum bannar allari diskriminatión ímóti børnum, eisini tá hetta inniber teirra etnisku ella sosialu bakgrund.









