Eg vil sleppa aftur í borgarstjórasessin

Fimm fyrrverandi býráðslimir ynskja at sleppa inn í Tórshavnar býráð aftur, teirra millum tveir fyrrverandi borgarstjórar.

Fimm fyrrverandi býráðslimir ynskja at sleppa inn í Tórshavnar býráð aftur, teirra millum tveir fyrrverandi borgarstjórar.

 

Jan Christiansen og Leivur Hansen hava langa fartíð í býráðspolitikki. Jan Christian var býráðslimur frá 1984 til 2012 og borgarstjóri frá 2001 til 2005, meðan Leivur Hansen sat í býráðnum frá 1988 til 2008 og var borgarstjóri frá 1996 til 2000.

 

Beate L. Samuelsen hevur sitið tvey valskeið, frá 2000 til 2008, meðan Kaj Leo Holm Johannesen og Annika Olsen hava sitið eitt valskeið hvør, ávikavist frá 1996 til 2000 og frá 2004 til 2008.

 

Eg skal aftur í borgarstjórasessin, segði Jan Christiansen við einum skeivum smíli, tá hann sat í heita stólinum. Leivur Hansen, sum eisini slapp í heita stólin, var ikki fult so bersøgin, men báðir vístu teir á sínar drúgvu royndir frá politikkinum sum eina styrki.

 

Umframt hesi, hava sitandi býráðslimir sum Heðin Mortensen, Helena Dam á Neystabø og Jógvan Arge eisini langa fartíð í býráðnum. So er spurningurin, hvussu nógv tað vigar, tá fólk skulu seta krossin.

 

Fleiri av yngru valevnunum hava víst á, at tørvur er á nýhugsan og útskifting í býráðnum. Kanska er ein blanding av royndum og nýhugsan besta leiðin. Neyvan sleppur øll tann gamla gardan inn aftur í býráðið.