Jógvan við Keldu situr á skrivstovuni í niðastu hæddini í húsunum á Garðavegi í Klaksvík. Her hevur hann seinastu árini havt sítt arbeiðspláss, sum fæst við at selja tænastur til ymiskar fyritøkur umframt at hann umboðar SAM-headhunting í Føroyum, sum er felag, ið finnur leiðarar og millumleiðarar til fyritøkur.
Á borðinum á skrivstovuni stendur ein silvurlitt kaffikanna og nøkur sjokurlátapetti millum ymiskar myndir av børnum og abbabørnum hjá stjóranum í Mercant, sum Jógvan við Keldu hevur valt at kalla sína fyritøku.
– Eg ætlaði alla tíðina at koma út í privata vinnulívið aftaná mítt politiska lív, meðan eg framvegis var í góðum árum, og tað hevur eydnast, sigur nærum 66 ára gamli stjórin.
– Og so ætli eg mær ikki at pensjónerast, so leingi eg havi heilsuna, tí eg havi ongantíð havt tað so gott sum nú. Eg skal bara svara mær sjálvum, og tað er gott at sleppa undan at hugsa um at varðveita veljarar og at fáa fleiri veljarar, flennir fyrrverandi politikarin.
Finnur stjórar
Hóast Jógvan við Keldu hevur fleiri jørn í eldinum, so sær hann sítt starv fyri SAM-headhunting sum eitt av fremstu málum.
– Eg kann siga beinanvegin at hendan kreppan hevur gjørt sína ávirkan, tí vit hava ikki sett nakran leiðara í starv seinasta árið, so arbeiðið er umlagt soleiðis, at vit eisini arbeiða við at gera analysir, sum kunnu effektivisera dugnaligu fólkini á fyritøkunum.
– Men eg geri ikki sjálvar analysurnar. Eg seti fólk í samband við serkøn fólk í SAM-fyrisitingini. Tað er ein spurningur um netverk.
Jógvan við Keldu reisir seg úr kontórstólinum, og dregur hann aftaná sær ímóti telduni fyri at vísa, hvussu mesta virksemið fer fram á internetinum.
Á vegnum kemur hann undir smølu silvurlittu kaffikannuna, sum fer sendandi á gólv og fer í knús, so svarta kaffið rennir eftir gólvinum.
Men tí tekur hann sær ikki av, og greiðir heldur frá, hvussu tingini rigga á netinum, og at øll í SAM-headhunting hava havt leiðandi størv.
Freelance
Men umframt at umboða SAM-headhunting ger fyrrverandi landsstýrismaðurin eisini uppgávur fyri ymsar føroyskar fyritøkur.
– Í løtuni geri eg eitt sindur av arbeiði millum annað fyri Norðhús, Norðfra og JFK, og síðani havi eg nøkur umboð, men eg eri ikki starvsfólk hjá teimum. Eg loysi nakrar uppgávur fyri teir, tí eg tími ikki at binda meg ov nógv, sigur Jógvan við Keldu.
- Og eitt av góðu netverkunum er Danmarks Eksportråd, sum eg havi arbeitt saman við útvið tvey ár.
Telefonin á borðinum ringir, og Jógvan tekur hana, meðan hann hyggur umberandi at gestunum á skrivstovuni.
– Hatta gongur sum tað skal nú.
Jógvan svarar einum kunda um eina ætlan, sum eftir øllum at døma hevur havt sínar avbjóðingar, men ger skjótt av at leggja hornið á.
– Ja. Eg tosi nógv í telefon, men tað týdningarmesta er at koma út til fólkini fyri at halda netverkið við líka, fortelur Jógvan frá sínum royndum
Skilur tingini at
Men hóast Jógvan við Keldu hevur sína skrivstovu í sínum egnu húsum, so er greiður skilnaður millum arbeiði og frítíð.
– Eg fari oman á kontórið um áttatíðina og arbeiði til klokkan fimm umleið. Tá eri eg til arbeiðis, og tá eg havi frí, so havi eg frí, greiðir hann frá, og hyggur nústani niður á brotnu kaffikannuna.
– Kanska verður konan eitt sindur óð, smílist Jógvan við Keldu endiliga, nú garvaði politikarin er greiðir yvir at arbeiðsuppgávan at greiða frá um sítt starv – sum á allan hátt er merkt av at seta røttu fólkini í samband við hvønn annan – er um at vera liðug.
Tað nærkast døgurða, og stjórin og eigarin í Mercant ger seg til reiðar at fara upp gjøgnum trappurnar at halda døgurðatíma saman við konuni.
Fakta Jógvan við Keldu
Navn: Jógvan við Keldu
Arbeiðspláss: Handilsvirkið Mercant
Starv: Alt
Besta við starvinum: Breiddin – at arbeiða nationalt og internationalt
Ringasta við starvinum: At tað er torført at finna rættu sparringspartnararnar
Størsti dreymur við starvi: At menna fyritøkuna við fleiri umboðum og sambondum
Størsta frambrot: At hava fingið eitt gott netverk
Starvstíð: Um trý ár í hesum umfarinum
Lívsstarv: Nei. Politikkur var lívsstarvið
Starvsfólk: Ein
Sett á stovn: 2007
Staður: Garðavegur 40. í Klaksvík
Stjóri: Jógvan við Keldu